Tað gjørdist ein spennandi dystarendi á Skála í kvøld, har onnur FM-finalan varð leikt. Neistin vann við einum máli 25-24.
Sostatt hava liðini vunnið ein dyst hvør, og lagt er upp til spennandi brak av finalum næstu dagarnar.
StÍF var í dag uttan Haruku Gima, sum hevur verið ein av berandi leikarunum hjá StÍF í ár. Hetta sást aftur í pørtum av dystinum, og eitt skifti var Neistin á odda við fleiri málum. Men strandakvinnur vildu ikki geva upp, og komu upp á javnt móti dystarenda.
Síðsta minuttin komu tvey brotskast hvønn veg. Fyrst eitt brotskast til StÍF, sum Karina Høgnesen umsett til mál og javnaði til 24-24, og hálvan minutt seinni fekk Neistin brotskast. Tað tók Stina Madsen av, og setti í netið til 25-24.
StÍF megnaði ikki at fáa bóltin aftur um Margit Weihe Frímundsdóttir í tíðini, sum var eftir, og Neistin vann 25-24.
Triðja FM-finalan millum Neistan og StÍF verður í Høllini á Hálsi leygardagin klokkan 19.
StÍF - Neistin (24-25)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald