Fótbóltur

Neymar slitið krossbandið

Mátti berast av vølli í landsdysti fyri Brasil í Montevideo – Brasil tapti.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-19 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brasilska fótbóltsstjørnan, Neymar, sleit krossbandið í øðrum knænum undir einum HM undandysti móti Uruguay í vikuni. Roknað verður nú við, at tað gongur long tíð innan brasilski áleyparin aftur verður at síggja á fótbóltsvøllinum.

Neymar varð grátandi borin av vøllinum fyri hálvleik í dystinum týsdagin í Montevideo. Hann mátti brúka høkjur, tá hópurin fór av leikvøllinum eftir dystin, sum Uruguay vann 2-0.

Brasilska fótbóltssambandið boðaði í gjárkvøldið frá, at neyðugt verður at leggja Neymar undir skurð eftir at tað er staðfest, at krossbandið í vinstra knæ er slitið og at eisini meniskan hevur tikið skaða.

31 ára gamli Neymar gavst í august í franska stórfelagnum Paris Saint-Germain, og skrivaði ístaðin sáttmála við Al-Hilal í Saudiarabia. Undan hesum spældi Neymar við Barcelona. Neymar náddi bert at spæla fimm dystir fyri nýggja felag sítt, Al-Hilal, áðrenn skaðin støðgaði honum. Í hesum dystunum náddi Neymar at skora eitt mál, men er eisini skrásettur fyri tríggjar málgevandi avleveringar.

Neymar hevur havt nógvar skaðar á síni fótbóltsleið.

Brasil tapti sum sagt dystin móti Uruguay 2-0, og er longu fimm stig eftir heimsmeistararnar Argentina í suðurafrikansku HM-undankappingini, har londini nú hava spælt fýra dystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder