Fótbóltur

Neyvan fyrimunur at vinna bólkin

Bólkur D verður avgjørdur í kvøld – spurningurin er, um Ongland og Kekkia hava áhuga í at vinna.

Frá dystinum millum England og Skottland fríggjadagin (Mynd: EPA)

Frá dystinum millum England og Skottland fríggjadagin (Mynd: EPA)

2021-06-22 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld klokkan 20 skal bólkur D í EM-kappingini í fótbólti avgerast.

Ongland og Kekkia skulu spæla um fyrsta plássið í bólkinum. Bæði liðini hava longu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, men undan dystinum eru spekulasjónir um, hvussu liðini munnu fara út til henda dystin.

Tí tað verður neyvan nakar fyrimunur at vinna dystin og harvið gerast nummar eitt í bólkinum.

Bólkavinnarin skal í áttandapartsfinaluni spæla móti nummar tvey í bólki F. Tað er sokallaði dynamittbólkurin, og har verður mótstøðan helst Týskland ella Portugal. Frakland er eisini ein møguleiki – alt lið sum frammanundan eru millum favorittarnar at vinna EM-kappingina.

Tapandi liðið, sum endar á øðrum plássi í bólkinum, skal spæla móti liðnum, sum gerst nummar tvey í bólki E, sum helst verður Spania ella Slovakia. Hesin bólkur verður avgjørdur í morgin.

Ongland var undan EM-kappingini – enn einaferð – mett at hava møguleikar fyri at blanda seg í meistaraskapsstríðið.

Men eftir dystin móti Skottlandi, sum endaði javnt, 1-1, eru eygleiðarar farnir at ivast í styrkini hjá Onglandi.

Ein teirra er fyrrverandi enski landsliðsleikarin, Gary Neville:

- Tað, ið órógvar meg er fysiska støðið. Tað sá út til at ensku leikararnir vóru troyttir og útbrendir, og tað er ein stórur trupulleiki, hevur hann sagt við SkySports.

Hin dysturin í bólkinum er millum Skottland og Kroatia. Bæði liðini hava bert tað eina stigið, so hesin snýr seg um hvør skal vera nummar trý í bólkinum. Við sigri og fýra stigum er víðari luttøka tryggjað.

Endar dysturin javnt, hevur Kroatia betri málúrtøku enn skotland, men við tveimum stigum, verður neyvan møguleiki at gerast millum teir fýra bestu trý’ararnar í kappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder