Fótbóltur

Nicolas Pepe til Arsenal

London-felagið hevur gjørt sáttmála við gávuríka vongin av Fílabeinsstrondini.

(Mynd: arsenal.com)

(Mynd: arsenal.com)

2019-08-01 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið Arsenal hevur í dag skrivað undir sáttmála við 24 ára gamla áleyparan, Nicolas Pepe av Fílabeinsstrondini. Sáttmálin er galdandi í fimm ár.

Hann kemur frá franska felagnum Lille fyri 72 milliónir pund – 588 milliónir krónur – skrivar BBC.

Pepe skoraði 35 mál fyri Lille í 74 dystum í Ligue 1. Tað var einans Kylian Mbappe hjá PSG, sum skoraði fleiri mál og hevði fleiri málgevandi avleveringar í Ligue 1 enn Pepe.

Við sáttmálanum gerst Nicolas Pepe fjór dýrasti spælari, sum hevur gjørt sáttmála við felag í Premier League. Dýrastu leikararnir eru Paul Pogba og Romelu Lukaku hjá Manchester United, sum kostaðu ávikavist 89 og 75 milliónir pund og Virgil van Dijk hjá Liverpool, sum eisini kostaði 75 milliónir pund.

- At fáa sáttmála við ein vong á høgum stigi var eitt av aðalendamálunum í hesum flytingarglugganum. Eg eri ovurfegin um, at tað er eydnast okkum at fáa sáttmála við Nicolas Pepe, sigur venjarin hjá Arsenal, Unai Emery.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder