Fótbóltur

Niðurlond gagnnýttu ikki heimavøllin

Kroatia hevur spælt seg í finaluna í Nations League.

Bruno Petkovic skorar til 3-2 og tryggjar harvið Kroatia finaluplássið í Nations League (Mynd: EPA)

Bruno Petkovic skorar til 3-2 og tryggjar harvið Kroatia finaluplássið í Nations League (Mynd: EPA)

2023-06-15 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Niðurlendska landsliðið í fótbólti – ofta rópt Oranje – fekk ongan fyrimun av heimavølli, og heldur ongan fyrimun av at møta tí lættasta mótstøðuliðnum, tá fyrsta hálvfinalan í Uefa Nations League varð spæld í gjárkvøldið.

Teir fýra bólkavinnararnir í A-bólkunum hittast í hesum døgum til sokallaða Final-4 kapping, sum verður hildin í Niðurlondum.

Londini, sum eru við í finalunum eru Niðurlond, Kroatia, Spania og Italia. Mett var, at Niðurlond høvdu góðan møguleika at koma í finaluna, tá tey trektu Kroatia í hálvfinaluni, sum varð spæld á de Kuip í Rotterdam í gjárkvøldið.

Men tað gjørdist ein marrudystur fyri vertirnar. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2. Niðurlond komu á odda í fyrra hálvleiki máli, sum Donyell Malen skjeyt. Men í øðrum hálvleiki fekk Kroatia tvey mál. Fyrst javnaði Andrej Kramaric upp á brotsspark, og so legði Mario Pacilic Kroatia á odda.

Ikki fyrr enn seks minuttir í yvirtíðini, eydnaðist tað Noa Lang at javna fyri Niðurlond, og tryggja longda leiktíð. Men tað fingu Niðurlond onki burturúr. Bruno Petrovic og Luka Modric skoraðu fyri Kroatia, sum sostatt tryggjaði sær finaluplássi við einum 4-2 sigri.

Spania og Italia í kvøld

Í kvøld verður hin hálvfinalan millum Spania og Italia spæld á De Groisch Veste í Enschede.

Avgerðandi dystirnir verða spældir sunnudagin. Bronsudysturin í Enschede og finalan í Rotterdam. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder