Fótbóltur

Niðurteljingin til meistaraheitið er av álvara byrjað í Liverpool

United royndi, men Liverpool var omaná á Anfield í kvøld og er nú 30 stig frammanfyri arvafíggindan. 16 stig eru niður til nummar tvey, og Liverpool hevur 64 útav 66 stigum.

Málskjúttarnir hjá Liverpool í dag: Salah og Van Dijk (Mynd: EPA)

Málskjúttarnir hjá Liverpool í dag: Salah og Van Dijk (Mynd: EPA)

2020-01-19 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er altíð nakað serligt, tá Manchester United og Liverpool hittast. Seinastu mongu árini hava nógvir dystir millum liðini ikki havt so nógv undirhald, men í kvøld var tað til staðar og tað var spennandi heilt til tað seinasta.

So at siga uttan undantak er tað tætt á máltavluni, og í kvøld kom 2-0 málið hjá Liverpool beint áðrenn seinasta bríksl, eftir at United satsaði so at siga alt, og Salah varð sendur avstað. Egyptin kom inn í brotsteigin og sendi bóltin millum beinini á De Gea, og so kom Allison, ið átti uppleggið, spurtandi oman ímóti The Kop at fagna Salah, ið hevði brent ein risamøguleika beint eftir steðgin.

[object Object]
Salah helt James burtur og skoraði til 2-0 (Mynd: EPA)

Liverpool var í høvuðsheitinum omaná. Serliga í tveimum tíðarbilum. Tað seinna var júst eftir steðgin, har liðið hjá Klopp kom út og veruliga royndi at avgera dystin. Útiliðið varð blást umkoll, og Mané og Henderson vóru eisini sera nær við. Hin løtan, har Liverpool var fullkomiliga við yvirlutan var eftir leiðslumálið. Tað stútaði Van Dijk væl inn eftir horna hjá Alexander-Arnold.

[object Object]
Van Dijk, ið aftur spældi uttan mistøk í verjupartinum, legði Liverpool á odda (Mynd: EPA)

Liverpool fekk eitt mál kolldømt miðskeiðis í 1. hálvleiki, eftir at VAR staðfesti, at Van Dijk gjørdi fríspark móti De Gea í støðuni áðrenn Firminio smekkaði bóltin í longra málhorn. Mané var sera nær við at økja fyri steðgin, men De Gea hevði eina góða fótparadu, tá vælleikandi senegalesarin gjørdist fríur.

[object Object]
De Gea østi seg tá dómarin ikki dømdi fríspark í fyrstu syftu og fekk eitt gult kort (Mynd: EPA)

United royndi seg við einari 5-3-2/5-2-3, og í løtun eydnaðist at gera tað heilt trupult fyri Liverpool. Liðið hjá Solskjær kom eisini til nakrar góðar møguleikar: Andreas Pereira var centimetrar frá at prika bóltin í málið stutt fyri steðgin, tá útiliðið spældi væl, og Martial skeyt stutt uppum eftir gott bandaspæl í 2. hálvleiki. Men samanumtiki ðvar Liverpool bara betri, og United fann ikki loysnirnar til at álvara hótta seinastu løtuna. Toppskjúttin Marcus Rashford var ikki tøkur, og nú ljóðar at hann er skaddur í upp til tríggjar mánaðir. 

[object Object]
Mynd: EPA

[object Object]

Klopp kann bara smílast fyri tíðina (Mynd: EPA)

Til tað tíð er Liverpool, ella er á veg til at verða, meistari. Tað skal okkurt heilt løgið henda komandi mánaðirnar, um hetta skal broytast. Teir reyðkløddu eru suverenir í deildini í ár og hava nú vunnið 21 útav 22 dystum. City á 2. pláss spældu javnt í gjár á hei´mavølli móti Crystal Palace, og Leicester tapti fyri Burnley. Harvið er munurin bara vorðin størri - 16 eru niður til City, og Liverpool hevur leikt ein dyst færri. United er á 5. plássi við 34 stigum.

Liverpool - Manchester United 2-0 (1-0)
14' Virgil van Dijk 1-0
93' Mohammes Salah 2-0  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder