Annað

Niels Áki Mørk lyftir fyri Merkið við NJM í Íslandi

20 ára gamli Niels Áki Mørk úr felagnum Stoyt í Havn ætlar sær heiðursmerki, tá ið hann sunnudagin fyrrapart skal kappast á NJM, norðurlendsku junior meistarastevnuni í olympiskari vektlyfting í Reykjavík.

2022-11-12 10:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast olympisk vektlyfting í nýggjari tíð einans hevur trý ár á baki í Føroyum, hava framstigini verið stór og støðug. Fyrr í ár var søgulig løta, tá ið Maibrit Reynheim Petersen á norðurlendsku meistarastevnuni, NM í Finlandi varð fyrsti føroyski vektlyftarin í altjóða kapping undir Merkinum.

Um vikuskiftið trínur Niels Áki Mørk við NJM sum næsti føroyski og fyrsti mannligi vektlyftarin fram á altjóða pall undir Merkinum og fer at royna sín lyftiteknikk og smidleika. Niels Áki kappast í 67 kg vektflokkinum og er tvífaldur føroyameistari eins og tvífaldur danskur juniormeistari.

Meistaraheitini hevur Niels Áki í bæði sjálvum vektflokkinum og tvørtur um vektflokkarnar. Bestu lyftini verða tá roknað um eftir sokallaðu sinclair-stigatalvuni í mun til kropsvekt. Ein lættur lyftari kann tá tørna út sum knáari enn ein tungur.

Við sær á ferðini til NJM í Íslandi hevur Niels Áki danska venjaran Frank Petersen, sum frá byrjan hevur verið ein dyggur stuðul hjá føroysku lyftarunum.

Føroyar fingu við ársbyrjan fullan limaskap í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni NWF, Nordic Weightlifting Federation. Søkt verður í løtuni um limaskap í EWF, European Weightlifting Federation og IWF, International Weightlifting Federation.

Kappingin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder