Niels Áki Mørk lyfti seg sunnudagin til einki minni enn eitt gullheiðursmerki. Hann er samstundis tann fyrsti føroyski juniorlyftarin at luttaka í norðurlendskari meistarastevnu við Merkinum á bringuni.
Sum tann einasti luttakarin í sínum vektflokki -67 kilo, ið hevði klárað úttøkuvektina, lyfti Niels Áki 95 kilo í trekk og 110 kilo í stoyt. Íalt 205 kilo.
Áður hevur hann í kapping knógvað 101 kilo í trekk og 112 kilo í stoyt, men ein lítil skaði hevur darvað venjingunum. Til venjing hava lyftini verið eitt kilo meira í hvørjari grein, tvs 102 og 113 kilo.
Í Føroyum hevur Niels Áki føroyskt met í vektflokkinum -61 kilo, har ið hann í mars í fjør lyfti íalt 182 kilo. Í -67 kilo vektflokkinum setti hann fyrr í ár met við 206 kilo íalt.
Við sínum unga aldri og lágu kropsvekt hevur Niels Áki nógvar møguleikar fyri framman. Árini at íðka og menna seg eru mong, eins og hann við tíðini eisini kann flyta seg longur upp í hægri vektflokkar.
Niels Áki er nú búsitandi í Danmark og lyftir fyri Atlas í Slagelse á Sælandi, har ið Frank Petersen, ið tekur sær av fremstu føroysku vektlyftarunum, er venjari.
Fyrr í ár lyfti Maibrit Reynheim Petersen sum fyrsti føroyingur í altjóða kapping við NM í Finnlandi. Har setti hon í upp til 71 kilo vektflokkinum føroyskt met í stoyt við 81 kilo og íalt við 181 kilo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald