Stórmót ÍR, sum er innandura kapping í frælsum ítrótti, hevur verið í Laugardalshøllini í Reykjavík um vikuskiftið.
Treysti, Hvirlan og Bragdið hava verið við hvør sínum hópi í grannalandinum fyri norðan, har tey hava verið í ársins fyrstu innandura kapping. Og úr øllum feløgunum eru íðkarar, sum eru við fyri fyrstu ferð og er tað sjálvsagt sera hugaligt at síggja, at tað legst afturat frælsa hópinum.
Ikki kann sigast annað, enn tað hevur gingist okkara íðkarum sera væl.
Nógv teirra hava sett persónlig met, fleiri bólkamet eru sett og heili 8 føroysk innanduramet eru tikin. Harafturat er onkur, sum hevur lagt pláss inn til oyggjaleikirnar, sum verða á Guernsey í juli.
Oddvør Josephsen, sum nú býr og venir í Aalborg, hevur eisini verið í kapping um vikuskiftið.
Hon rann fríggjadagin 200m í Vaxjø, har eisini hon setti føroykst met við tíðini 26,30 sek.
Føroysku innandura metini eru hesi:
Eiri J. Glerfoss, 2005: Longdarlop – 7,29 m
Jónas Isaksen, 2005: 400m – 49,49 sek
Jónas Isaksen, 2005: 60m – 7,07 sek
Jónas Isaksen, 2005: 200m – 22,31 sek
Elisabeth Holm Simonsen, 2001: 60m – 8,07 sek
Elisabeth Holm Simonsen, 2001: Longdarlop – 5,40m
Arina L. Michelsen, 2005: Trístøkk – 10,60m
Teresa F. Bláhamar, 2001: Hæddarlop – 1,60m
Oddvør Josephsen, 2001: 200m – 26,30 sek
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald