2026-03-01 13:31
11 taekwondo kemparar frá Hwarang Føroyar luttaka hetta vikuskiftið í Esbjerg +Cup.
Talan er um eina stóra kapping við 450 luttakarum, og føroysku íðkararnir kláraðu seg ógvuliga væl og vunnu níggju heiðursmerkir - fýra gull, fýra silvur, og eitt bronsu:
- Prashim Khadka, -58kg Senior A - Gull
- Jerrold Balagasay, -45kg Junior A - Gull
- Jónar K. Poulsen, -41kg Kadet A - Gull
- Natanael Hansen, -45kg Kadet B - Gull
- Klara D. Hammer, -53kg A senior - Silvur
- Stefan J. Mifsud, -48kg Junior A - Silvur
- Savior Mifsud, -74kg Senior B - Silvur
- Ássvein Mikkelsen, 87kg Veteran B - Silvur
- Ádam Højgaard, -37kg Kadet B – Bronsu
Esbjerg +Cup er ein góð fyrireikingarkapping hjá fleiri av føroysku taekwondoíðkarunum. Taekwondo kemparnir hava einar sjey altjóða kapping rundt í Evropa í 2026, skrivar Hwarang Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald