
Katowice, Pólland (Portalurin): Hann spældi teir fyrstu minuttirnar í fyrsta dystinum móti Norðurmakedónia, brendi tvey skot móti sterka Galevski í málinum og sat síðani á bonkinum restina av dystinum. Óla Jákup Gaard Olsen spældi ógvuliga væl, so Niklas Gaard var eisini á bonkinum allan dystin móti Íslandi.
Í dag fekk høgri vongurin við nummar 44 tó álitið aftur, og tað takkaði Niklas fyri.
- Eg var eitt sindur nervøsur áðrenn, men tey fyrstu skotini sótu væl, og so fekk man sjálvsálit. Mladen hevði fyrireikað okkum væl uppá teirra málverja, og tað snúði seg um tol.
Soleiðis sigur ein fegin Niklas Gaard við Portalin eftir dystin - meira frá honum seinni.
Niklas, sum hevur verið niðri á hondbóltsskúla, og síðani spælt við Neistanum varð eftir dystin kosin dagsins spælari. Føroyski vongurin skeyt átta mál uppá níggju málroyndir.
Hetta svarar til 88,8 prosent, ið er ógvuliga høgt. Bert Óli Mittún skeyt fleiri mál (9, harav trý brotskøst). Niklas var eisini stinnur í verjupartinum, sum Føroyar veruliga fingu at koyra, sum dysturin leið.
Niklas Gaard varð eisini kosin dagsins spælari eftir dystin: IHF viðurkendi avrik hansara, og liðfelagar, áskoðarar og familja stórfegnaðust eisini saman við honum.
Myndir: IHF/Kolektiff
Eitt eyðkent við føroyska stórsigrinum í dag var, at fleri spælarar tóku stóra ábyrgd í verju- og álopi. Eisini spælarar, eins og Niklas, sum ikki høvdu spælt nógv í HM-endaspælinum frammandundan.
Besta dømi er Tóki Friðriksson. Stóri og sterki strikuspælarin úr KÍF avloysti Rók Ziskason, sum fekk eitt hart dømt reytt kort móti sær í 25. minutti. Tóki var framúr saman við Ísaki Vedelsbøl í miðverjuni og í 7 móti 6 í álopinum. Føroyar fingu veruliga verjupartin at koyra, og har átti Tóki sín part; saman við Búa Djurhuus Poulsen og Høgna Højsted sum komu ógvuliga væl inn at dekka bakkplássini. Aleksandar Sasha Lacok hevði eisini sín greitt besta dyst í kappingini.
Tóki Friðriksson - her í U19 HM móti Týsklandi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Í álopinum var Sofus í Selvindi Nattestad eisini ógvuliga tryggur tvær ferðir í løtuni í 2. hálvleiki, tá Føroyar veruliga fóru frá Rumenia.
-----------------------------------------
U21 HM - 3. og seinasta umfar í bólki F
Føroyar - Rumenia - 35-28 (18-15)
Føroysku málskjúttarnir
Óli Mittún: 9 (3)
Niklas Gaard: 8
- dagsins spælari
Ísak Vedelsbøl: 6
Trúgvi Hávardsson: 3
Høgni Højsted: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1
Rókur Ziskason: 1
Rói Hjaltason Seyer: 1
Tóki Friðriksson: 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok: 9
Torstein Sivertsen: 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald