TM Tønder við Niklas Simonsen í hópinum leikti í gjár avgerandi dyst um uppflyting til bestu deildina. Eftir at liðið úr Suðurjyllandi endaði á 2. plássi og vann tveir dystir móti Team Sydhavsøerne, ið endaði nummar trý, hevði liðið við føroyska málverjanum tryggjað sær rættin at spæla um uppflyting til bestu donsku hondbóltsdeildina.
Mótstøðuliðið var søguríka felagið KIF Kolding. Liðið hevur verið í 35 ár í bestu deildini, men er nú í fíggjarligum trupulleikum og endaði niðast í niðurflytingatendaspælinum. Tønder tók fyrsta stigið móti uppflyting seinasta fríggjadag við 25-23 sigri í Kolding. Har stóð kappingarneytin hjá Niklasi sera væl í málinum, og føroyski landsliðsmálverjin hevur verið lítið á vøllinum í avgerandi dystunum; tað hevur mest verið uppá brotskøst. Týsdagin reisti Kolding seg og vann tíggju-máls sigur í Tønder, og tí skuldi avgerðin falla í Kolding í gjárkvøldið.
Har var heimaliðið ov sterkt til Tønder. KIF Kolding var á odda 17-14 í steðginum. Eina løtu inn í 2. hálvleik var munurin fimm mál, men so tók Tønder eitt ódnartak. Útiliðið kom uppá javnt og var á + 1 nakrar ferðir. Móti endanum vísti Kolding tó styrk og helt fram at skora næstan eftir vild. In.fo skrivar, at tá støðan var 28-26 varð Niklas Simonsen settur á vøllin; frammanundan hevði kvívíkingurin bert verið inni til nøkur brotskøst. Niklas megnaði tó tíverri ikki at fáa fatur á nøkrum skotum; fleiri av skotmøguleikunum hjá Kolding vóru upplagdir.
Heimaliðið vann 33-28 og verður harvið verandi í bestu deildini. Tønder skal aftur næsta á spæla í næstbestu deildini, og Niklas Simonsen hevur sáttmála við felagið fyri komandi kappingarár eisini.
Hondbóltur
Niklas og Tønder gjørdist ov stuttir til uppflyting
Føroyski málverjin hevði møguleikan at gerast dystaravgerandi, men KIF Kolding trekti frá ímóti endanum.
Málverjin úr Kvíkik skal aftur næsta ár spæla í næstbestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-18 11:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald