Sum liður í arbeiðinum at menna ríðing sum ítrótt, hevur nevndin í ríðisambandinum avgjørt at seta eitt fólk at menna tey ungu reiðfólkini.
Tað vóru fleiri umsóknir til starvið, men nevndin í sersambandinum valdi at seta Ninu J. Brockie Hansen sum ungdómsmennara. Nina J. Brockie Hansen hevur drúgvar royndir innan ríðiundirvísing og námsfrøði og hetta metir nevndin í ríðisambandinum at vera góðir førleikar til hetta starv. Starvið er frítíðarstarv og verður røkt uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Ætlanin er nú at Nina J. Brockie Hansen saman við stjórnini í ríðisambandinum og feløgunum sum myndað sambandið, skula brúka nakað av orku at kannað hvussu arbeiðsorkan hjá ungdómsmennaranum best kann koma til nyttu, skrivar Ríðisambandið.
Feløgini eru ólik og tí er tørvurin sjálvandi ikki tann sami allastaðni.
Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali er sera spentur um hetta nýbrotið innan føroyska ríðiítróttina. Brandur í Dali sigur at hann vónar at hetta kann verða við til at menna ungdómin og hækka støðið á ríðingini. Formaðurin í ríðisambandinum sigur eisini at ynskiligt hevði verið at man kundi sett eitt fólk í fulltíðarstarv, men at avmarkaða fíggjarorkan hjá sersambandinum ikki røkkur longur enn til eitt frítíðarstarv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald