Fótbóltur

NM: Holland hevði munin

Holland vann 5-0 á føroysku U17-gentunum fríggjadagin – Seinastu dystirnir í NM-kappingini í Ribe eru á skránni mánadagin.

(Mynd: Andrass Thomsen/FSF)

(Mynd: Andrass Thomsen/FSF)

2021-07-11 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava tapt tepurt 2-1 fyri Danmark í fyrsta dystinum í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í Vesturjútlandi, taptu U17-landsliðið við gentum greitt fríggjadagin móti Hollandi, ið er við sum gestaland. Úrslitið gjørdist 5-0 til hollendsku genturnar.

Tað sá annars gott út ta fyrstu løtuna, men tá eitt stórt korter var spælt kom Holland á odda, og stutt fyri steðgin øktu tær til 2-0. Í seinna hálvleiki vóru hollendsku genturnar greitt omaná.

Í morgin, mánadagin, eru seinastu dystirnir í NM-kappingini á skránni, og tá skulu føroysku genturnar aftur møta yngra liðnum hjá Danmark. Danir hava tvey lið við í kappingini – eitt eldri, mannað við spælarum, ið eru føddar í 2005, og eitt yngi lið, ið er mannað við spælarum, ið eru føddar í 2006.

NM-kappingin í ár er skipað nakað øðrvísi enn vanligt. Finnland og Noreg hava givið avboð, meðan Danmark luttekur við tveimum liðum, og Holland er við sum gestaland.

Dystirnir, ið føroysku genturnar spæla í NM-kappingini, er góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Slovakia frá 8. til 14. november. Umframt vertslandið, verður Ísrael hitt mótstøðuliðið í EM-undankappingini, skrivar heimasíðan hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder