
Hallur Hansson er heldur ikki í spæl til dystin móti Kekkia í morgin, og Noah Mneney er komin inn í hópin fyri hann.
Hetta váttaði Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, á tíðindafundinum seinnapartin.
33-ára gamli miðvallarin var eymur í knænum fyrr í vikuni. Hann var ikki í spæl til dystin Montenegro hóskvøldið men vandi fult í gjár, fríggjadagin.
Hallur Hansson fekk tó eina "reaktión", og eftir samráð við spælaran sjálvan og læknatoymi, er avgerð tikin um, at landsliðsliðformaðurin ikki skal vera við í morgin:
- Vit roknaðu avgjørt við, at hann kundi hjálpa okkum í hesum dystinum. Men bæði vit og Hallur vita, at tá hann ikki fær spælt fult út, so er tað ikki tað rætta. So hetta er avrátt í sátt í semju – og við virðing fyri Halli eisini, sigur Eyðun Klakstein.
Eyðun Klakstein staðfesti á tíðindafundinum, at Hallur Hansson eisini verður uttanfyri móti Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)
Noah Mneney var til venjing í dag. Hann er avloysarin hjá Halli Hansson. HB-miðvallarin hevur verið úttikin hvørja ferð undir hesum landsliðsvenjaratoyminum - fyriuttan til hesar dystirnar. - Tað smakkaði illa, staðfesti Eyðun Klakstein tá.
Noah Mneney til venjing á Tórsvølli í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar og Kekkia spæla í morgin, sunnudagin 11. okotber, klokkan 17.
Meira av Tórsvølli seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald