2019-08-23 14:10
Fótbóltsfelagið Víkingur boðar í dag frá, at felagið hevur knýtt 16 ára gamla Noah Mneney í tvey ár afturat.
Noah Mneney er úr Fuglafirði, men hevur spælt við Víkingi seinasta árið. Verjuleikarin hevur seinastu árini verið fastur maður á U17 landsliðnum, og er, sambært Farosoccer, skrásettur fyri ein dyst fyri Víking í bestu deildini.
Tað var í heimadystinum móti EB/Streymi seinasta vikuskifti, tá Noah varð skiftur inn fyri Adeshina Lawal móti endanum av dystinum, sum Víkingur vann 2-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald