Dagarnar 26., 27., 29. og 30. desembur verður enskur fótbóltur spældur eins og sigur er. Hóast aðrar deildir fara í jólafrí er enn fótbóltur í Onglandi.
Í morgin er 26. desembur, sum í Bretlandi verður nevndur Boxing Day. Tá er vanligt, at serliga nógv verður gjørt burturúr fótbólti í Onglandi. Ein einkultur dystur er 27. desembur, men øll hini liðini spæla 26. desembur.
Ongin oddadystur er á skránni hesa ferð. Oddaliðini spæla øll ímóti liðum, sum liggja lægri í deildini.
29. desembur er hinvegin oddabrak á skránni. Tá tekur Liverpool ímóti Arsenal á Anfield. Og longu 3. januar spæla Liverpool og Mancheser City, sum liggja fremst- og næstfremst í deildini. Tí kunnu teir næstu tíggju dagarnir gerast rættiliga avgerandi fyri kappingina.
Skráin næstu tveir dagarnar:
26. Desembur:
12:30 Fulham v. Wolves
15:00 Liverpool v. Newcastle United
15:00 Burnley v. Everton
15:00 Crystal Palace v. Cardiff City
15:00 Leicester City v. Man City
15:00 Man United v. Huddersfield Town
15:00 Tottenham v. Bournemouth
17:15 Brighton v. Arsenal
19:30 Watford v. Chelsea
27. Desembur
19:45 Southampton v. West Ham – NBCSN [STREAM]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald