Fótbóltur

Nógv er uppá spæl í dag

Nýggj grannauppgerð í Gundadali og stór Eysturoyaruppgerð í Sarpugerði klokkan 17. Áðrenn tað er botnbrak í Fuglafirði, samstundis sum EB/Streymur vitjar í Sørvági.

Í HB hava teir fingið fegnast um nógvar sigrar á B36 seinastu árini. Fyri 15 døgum síðani endaði tað 2-1, og teir í reyðum og svørtum hava longu 24 stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í HB hava teir fingið fegnast um nógvar sigrar á B36 seinastu árini. Fyri 15 døgum síðani endaði tað 2-1, og teir í reyðum og svørtum hava longu 24 stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-20 11:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 10. umfari í Betrideildini eru á skránni í dag, 2. hvítusunnudag.

Talan er um uppgerðir, sum kunnu fáa stóran týdning fyri kappingarárini hjá hesum feløgunum. Tveir dystir byrja klokkan 15. Tá teir eru lidnir, eru tvær topp-fýra uppgerðir á skránni.

10. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 20. mai
 

15.00:
ÍF - B68
07 Vestur - EB/Streymur

17.00:
HB - B36
Víkingur - NSÍ

Í morgin, týsdagin 21. mai
19.00: Skála - KÍ

Støðan Betri deildini hjá monnum eftir fyrsta triðingin
1. Víkingur 24 stig
2. HB 24 stig
3. KÍ 21 stig
4. NSÍ 18 stig 
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 2 stig 
10. ÍF 2 stig 

Kappingingarskipan er so, at tvey lið, sum spældu í seinasta umfari í fyrsta triðingi, eisini hittast í fyrsta umfari í øðrum triðingi. Talan er um tey bæði feløgini undir niðurflytingarstrikuni. ÍF og B68 spældu málleysan javnleik á Svangaskarði týskvøldið og hava uppaftur størri tørv á sigri nú - tey hava ikki roynt at vunnið í Betrideildini í ár.

Tað hevur EB/Streymur roynt einaferð. Liðið vann tó heili 5-0 á 07 Vestur í 1. umfari í steypakappingini, og avrikini hava eisini verið til meira enn fýra stig higartil. Í 3. umfari kundi EB/Streymur avgjørt fingið stig í Sørvági, men 07 Vestur vann undirhaldandi dystin 4-2. Seinastu tíðina hevur 07 Vestur ikki víst nóg nógv, og um liðið skal kappast um evropeiskt plásss, sum málið er, so eru trý stig neyðug í dag.

[object Object]
EB/Streymur og 07 Vestur spæla ofta málríkar dystir. Spurningurin er, um EB/Streymur kann taka stig frá niðurflytingarstrikuni, ella um 07 Vestur kann far upp í ovara stríði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]B36 skal hesaferð hava stig móti HB, ið er í ógvuliga góðum stima (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er í kroystari støðu. Liðið hjá Dan Brimsvík skal sum tað minsta vera í topp-fýra, og nú er aftur møguleiki at vísa seg móti einum av ovaru liðunum. Tað hevur ikki eydnast at bast HB í fimm ár. Fyri 15 døgum síðani var B36 leikliga betri, men HB var kyniskt - eins og liðið hevur verið alt árið. Sormani og hansara menn eru beint við oddasessin og hava vunnið samanlagt níggju dystir á rað.

Um HB skal enda dagin á 1. plássi, so er íhvussu er neyðugt, at Víkingur ikki fær fult. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tapti sín fyrsta dyst í langa tíð, tá vitjað varð í Klaksvík 12. mai. Nú skal heldur skaðadarvaða liðið reisa seg í Sarpugerði, har NSÍ vitjar. Tá liðini hittust við Løkin fyri trimum vikum síðani, vann Víkingur tepurt - NSÍ hevur higartil í ár bjóðað av.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder