Fýra dystir í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið eru á skránni í kvøld.
Tað er greitt, at íhvussu er tvey 1. deildarlið koma í fjórðingsfinalurnar, tí innanhýsis uppgerðir eru millum lið í næstbestu deildini. Tær síggja spennandi út á pappírinum: Suðuroyaruppgerðin og "nýggja tunnilsuppgerðin". Tað fimta liðið uttanfyri Betrideildina kemur allarhelst ikki víðari - FC Hoyvík tekur ímóti suverna liðnum úr Eysturkommunu.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24.04
17.30:
FC Suðuroy - TB
B71 - AB
FC Hoyvík - Víkingur
18.30: KÍ - HB
Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.
Kvøldsins stórdystur er uttan iva við Djúpumýru, har steypavinnararnir vitja.
Eitt er, at plássið í fjórðingsfinaluni stendur uppá spæl. HB vil verja sítt heiti, og KÍ hevur - hóast nógva viðgongd seinastu árini - ikki lyft Løgmanssteypið síðani 2016. Sum bolt.fo vísir á í dag, so gevur tað at vinna steypakappingina helst størst fíggjarligan vinning eftir tað at vinna FM - hetta í mun til evropeiska plássið árið eftir.
Tað liggur ein ávisur heiður í steypkappingum, og bæði í Klaksvík og í norðara enda av Gundadali merkja hesar innanhýsis uppgerðirnar heilt nógv. KÍ hevur havt yvirtakið seinastu árini, men í báðum almennu dystunum millum arvafíggindarnar í 2024 hevur HB vunnið (3-2 í stórsteypadystinum og 1-0 í 5. umfari í Betrideildini).
HB'arnir kundu fegnast, tá liðini hittust sunnudagin 14.04. Mads Boe Mikkelsen (nr.6) er ein av teimum KÍ-spælarunum, sum er lagdur afturat skaðalistanum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hóvar sjálvandi Adolfo Sormani og HB-viðhaldsfólkunum, og í kvøld skal HB royna at vinna fyri fyrstu ferð í Klaksvík síðani í sama umfari í steypakappingini í 2020. Tá varð neyðugt við brotssparkskapping.
Í Klaksvík hevði man illa tolt triðja tapið fyri HB uppá undir ein mánaða. Sjálvskenslan er skakað nakað - eisini vegna støðuna í Betrideildini - og Haakon Lunov og hansara menn skulu prógva, at KÍ kann vinna ein stórdyst í 2024 eisini.
Serliga KÍ hevur nógvar skaðar - tó spælir Jákup Biskopstø Andreasen helst aftur. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.30.
Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald