Hondbóltur

Nógv eygu á flogfarinum hjá landsliðnum

Atlantsflog úr París er tað flogfarið, sum flest fólk fylgja við á Flightradar24 í løtuni. Upp ímóti 3000 fylgja við.

(Skíggjamynd: Flightradar24)

(Skíggjamynd: Flightradar24)

2024-05-10 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 21:51: Flogfarið úr París, sum hevur flogið yvir Føroyum í kvøld, hevur nú sett kós móti Stavanger. Sostatt sleppir landsliðshópurin, sum hevur avgerandi playoff-dyst í Skopje sunnukvøldið, ikki av landinum í kvøld.

--

Tað er stórur áhugi fyri flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum kemur úr París í kvøld. Nógv meira enn vanligt.

Hondbóltslandsliðið skuldi flúgva til Keypmannahavnar seinnapartin, men mjørki argar í Vágum, og nú hópurin er umbókaður til Billund, verður fylgt við flogfarinum úr París, sum eftir tann túrin, setur kós móti Billund.

Á Flightradar24 eru nógv, sum fylgja við, og seinastu løtuna hevur RC425 hjá Atlantsflogi ligið ovast á listanum við upp ímóti 3000 fólkum.

Seinastu tímarnar hevur flogfarið verið í sonevndum "holding" - í bíðistøðu - og hevur eisini gjørt eina roynd at lenda, men tað hevur ikki eydnast.

Landsliðshópurin er savnaður á Hotel Vágum, meðan bíðað verður.

Fylg við á Flightradar24 her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder