Hondbóltur

Nógv hondbóltsvirksemi millum jól og nýggjár

A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til HM-undandystir í januar, U20-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til EM-kapping og U16 hjá gentuym fyrireikar seg til European Open.

Á myndini síggjast liðini saman, har tey hyggja eftir landsdystinum hjá U18-landsliðnum móti Týsklandi (Mynd: HSF)

Á myndini síggjast liðini saman, har tey hyggja eftir landsdystinum hjá U18-landsliðnum móti Týsklandi (Mynd: HSF)

2019-12-30 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði.

A-landsliðið hjá monnum er saman um dagarnar, har teir fyrireika seg til HM-undandystirnar í januar. Teir skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg í døgunum 10.- 12. januar. Dystirnir verða í Luksemburg.

U20-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til EM-kapping í summar, meðan U16-landsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg til European Open um mánaðarskifti juni/juli. U18-kvinnurnar hava eisini verið saman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder