Víkingur og 07 Vestur spældu allarfyrsta dystin í Betrideildini hjá monnum 2024 í . Gestirnir vunnu 2-0 í Sørvági í gjárkvøldið - í dag eru fýra dystir á skránni.
Les eisini: Ongantíð veruligur ivi um stigini
Sí myndir frá dystinum
Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF (15:00)
B68 - B36 (17:00)
HB - NSÍ (18:00)
Skála ÍF - EB/Streymur (18:30)
Í gjár, leygardagin 9. mars:
Í størri smálutum her - dystir.fo
Lagt verður fyri í Klaksvík. Hetta er "minst spennandi dysturin á pappírinum", tí trýfaldu føroyameistararnir taka ímóti ÍF, ið júst slapp undan niðurflyting í fjør. Fuglfirðingar vóru tó ógvuliga nær við at fáa stig í Klaksvík í 2023 og gjørdu ein vørr í steypadystinum í 2022, og spurningurin er hvussu langt KÍ er frá at vera í síni heilt rættari støðu. Skaðar raka eisini liðið hjá Haakon Lunov nakað.
Hetta er einasti dysturin, ið byrjar klassiska tíðspunktið klokkan 15. Tættari er millum dystirnar í kvøld, og tað kann gerast heilt tætt í uppgerðunum. Fyrst taka Jákup á Borg og hansara menn ímóti B36, sum hevur heintað fleiri spælarar inn í vetur. Dan Brimsvík og teir skulu fáa eina góða byrjan aftur. B68 hevur skift nakað út í serliga álopskenda partinum og var síðst at síggja í steypafinaluni.
NSÍ er nýtt í Betrideildini, í mun til í fjør, men so at siga ongantíð hava so stórar vónir verið til ein uppflytara: Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jasper van der Heyden og tveir sviar eiga at styrkja nógv um liðið, sum Jens Wedeborg nú stendur á odda fyri. Adolfo Sormani og HB vunnu stórsteypið móti KÍ og hava fingið tveir danir í hópin í vikuni, men spurnartekini eru nógv, og uppgerðin í Gundadali klokkan 18 sær út sum tann mest áhugaverda á pappírinum og kann veruliga peika á, hvar liðini liggja.
Skála er eisini aftur, og EB/Streymur fer stutt leiðina til tað, sum møguliga er fyrsti "seks-stig dystur" í einum spenanndi botnstríðið. Ein ávísur fastleiki tykist vera á Skála-liðnum, sum Pauli Poulsen enn stjórnar, men Sigfríður Clementsen er sanniliga eisini royndur í spælinum, og taktiskti dysturin í kvøld er spennandi. Hóast nakrir sentralir spælarar eru burtur, so hevur EB/Streymur framvegis fleiri, ið kunnu gera mun.
Portalurin fer sum vant at fylgja væl við. Vit hava beinleiðis dagføringar í samstarvi við Dystir á forsíðu okkara til allar dystirnar. Vit hava gjørt nýtt snið, sum ger, at tað er skjótt at fáa yvirlit yvir málskjúttar og stórar hendingar í dystunum. Umframt hetta hava vit eisini myndir og dystarfrásagnir í dag.
Televarpið vísir aftur í ár allar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald