Hondbóltur

Nógvur hondbóltsungdómur til leikaramenning um vikuskiftið

Hondbóltssambandið skipaði fyri leikaramenning í Vági fyri U13 og U14 leikarum um vikuskiftið.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2019-01-21 19:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðsta vikuskiftið var leikaramenning í Vági fyri U13 og U14 við gentum og dreingum.

Ungu hondbóltsleikararnir norðanfjørðs fóru suður fríggjakvøld og gist varð vesturi á Eiðinum í VB-húsinum, har øll eisini ótu.

Vant var allan leygardagin í høllini, og dystir vóru á skránni í Marghøllini, har báðir vøllirnir vórðu brúktir samstundis, skrivar HSF. Harumframt sluppu allar leikarar at royna klintriveggin í Marghøllini, við hjálp frá fólki frá ítróttaháskúlanum.

[object Object]

(Mynd: HSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder