Fyri uttan seinastu løtuna undan steðginum, hevði HB tamarhald á hesum seinna Conference League dystinum móti Hajduk Split. Tá fekk kroatiska liðið tríggjar vandastøður - í stóran mun eftir HB-mistøk - men eisini eftir at Split traðkaði eitt sindur á spitaran. Í kvøld fekk liðið hjá Adolfo Sormani taktstokkin rættan út í nøkrum førum, og tók hann eisini.
Tað ber væl til at vísa á, at útiliðið í stóran mun hevði tamarhald á uppgerðini. 2-0 eftir hálvan tíma í fyrra dystinum, og soleiðis endaði tað samanlagt. Víðari luttøkan hjá Hajduk Split kom ikki heilt í vanda, og var tað lítið álopskent, sum kom frá liðnum hjá Gennaro Gattuso seinastu tríggjar hálvleikirnar.
Støðan kundi tó verið øðrvísi, um HB hevði havt eitt sindur meira skerpni og hepni á seinasta triðinginum í dag: Áki Samuelsen, Samuel Chukwudi og Sammy Skytte høvdu allir heilt stórar møguleikar, umframt at millum annað Mikkel Dahl og Leivur Guttesen høvdu fínar skotroyndir.. Samanlagt burdi okkurt so givið mál, og um tað varð 1-0, ja so hevði heilt stórur spenningur komið í á Tórsvølli.
Teir bjóðaðu av...
og vóru eiisni nær við nakrar ferðir at gera tað heilt spennandi samanlagt (Myndir: Tórir Photo)
Sammy Skytte koyrdi eisini bringuna fram til tíðir í kvøld (Mynd: Tórir Photo)
HB, við millum annað nógvum ungum lokalum spælarum, flutti bóltin heilt væl til tíðir og spældi við dirvi og nógvari orku. Menn settu seg eisini ígjøgnum í nærdystum móti útlendsku stjørnunum - millum annað Ejvind Restorff Mouritsen á miðjuni, og stinnu Samuel Chukwudi og Viljormur Davidsen aftanfyri seg. Hanus Sørensen hevði ein heilt góðan dyst, og bakkarnir - Ári og Ási - komu við nógvum. Javnan vantaði tó tað seinasta skerpni, og man sá eisini, at í verjustøðu er Hajduk Split væl sterkari enn tað vanliga føroyska liðið.
Ikki nakað óvæntað í hesum, og ikki óvæntað kom Hajduk, sum skiftu Ivan Rakitic og Ivan Perisic inn seint, víðari. HB fekk ikki mál, men liðið fekk evropeiskt stig og eisini virðismiklar royndir - serliga í dag, har útiáskoðarnir av álvara eisini spældu ein leiklut.
Teir hava gjørt um seg í høvuðsstaðnum seinasta samdøgrið, og í kvøld settu teir útvið 400 kroatarnir av álvara lív í Tórsvølli. Heldur nógv - dysturin varð steðgaður eina lítla løtu í 1. hálvleiki og eina longri løtu í 2. hálvleiki. Í fyrru atløgu var tað helst eitt "kanónslag" av einum og hvørjum slagi, sum gjørdi fleiri kløkk, og har okkurt petti kom inn á vøllin. Og so vóru tað rómaraljósini - sólirnar.
Øðiligur roykur frá útiáskoðarunum...hetta er ikki heilt lógligt, og noyddist dómarin at steðga dystinum (Myndir: Kristian Kruse)
HB-fjøldin var meira rólig og hugnalig enn tann hjá Hajduk Split (Mynd: Tórir Photo)
(Mynd: Tórir Photo)
Meira um hetta í okkara bloggi
Meira av Tórsvølli skjótast gjørligt
UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
HB - Hajduk Split 0-0 (0-2 samanlagt)
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljomur Davidsen (L), Ári Mohr Jónsson - Sammy Skytte, Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen - Mohammes Samba, Mikkel Dahl, Áki Samuelsen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Leivur Guttesen, Emmanuel Duah, Noah Mneney
Rættað og dagført: 23.06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald