Hondbóltur

Noktandi svar úr Lviv

H71 má helst longu leiðina til Ukraina at spæla eina av teimum fjórðingsfinalunum móti HC Galychanka. Felagið hevur sett ynski fram um at spæla báðar dystirnar í Føroyum, men noktandi svar kom úr Ukraina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 má helst tað tungu og dýru leið til Ukraina í februar at spæla fjórðingsfinalu í EHF European League. Hoyvíkingar hava verið í samráðingar við ukrainska kvinnuliðið HC Galychanka úr býnum Lviv um at spæla báðar dystirnar í Føroyum, men hetta vil mótstøðuliðið ikki.

Anna Dam, forkvinna í H71, sigur við útvarpið, at tað dregur út at fáa eina semju, men nógv bendir á at annar dysturin verður spældur í Ukraina og hin í Føroyum.

Støða skal takast til hetta áðenn týsdagin 25. januar, tá Evropeiska Hondbóltssambandið skal hava at vita hvussu spælt verður.

Talan er um tveir fjórðingsfinaludystir. Fyrri dysturn skal spælast 1. ella 13. februar og seinni dysturin eina viku seinni, 18. ella 19. februar.

At hetta er megnaravrik hjá hoyvíkskvinnum at koma til fjórðingsfinaluna í kappingini, er eingin ivi um. Ongantíð áður er eitt føroyskt lið komið so langt.

Jákup Símun Simonsen, ektaður hoyvíkingur, sum hann rópar seg, setti leygardagin orð á avrikið. Tá høvdu kvinnurnar hjá H71 tær sett serbisku Naisa Nis uppá pláss.

Sí eisini:

Jana Mittún: Mugu gera okkara besta móti torførari mótstøðu

Ingi Olsen: Nú verður tað ómetaliga trupult men spennandi

Lív Bentsdóttir Zachariassen: Vit fara so langt sum vit klára

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder