Fótbóltur

Nøkulunda sama støða í oddinum

Víkingur og HB greiddu sína skyldu á heimavølli eftir nakað av baksi og á heilt ymiskan hátt. B36 var á odda 2-0 við Løkin, men tað endaði við javnleiki.

B36 fekk bert eitt stig móti NSÍ, hóast tað var 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Sammy Skytte, ið sæst aftanfyri Mattias Hellisdal, skoraði sigursmálið fyri HB  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 fekk bert eitt stig móti NSÍ, hóast tað var 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Sammy Skytte, ið sæst aftanfyri Mattias Hellisdal, skoraði sigursmálið fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-25 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 11. umfari í Betrideildini vórðu spældir í kvøld. Tey bæði liðini við fullum stigatali vunnu sum væntað - Víkingur stórt og HB tepurt - og tey bæði liðini, sum helst fara at kappast um 4. plássi, spældu javnleik.

Heimaliðið legði bragdliga fyri við Løkin og burdi verið á odda íhvussu er 1-0 eftir fyrsta korterið. B36 ressaðist tó við og tók yvir. Í 33. minutti fekk Zean Dalügge bóltin heldur tilvildarliga við sær, men áleyparin hevði síðani eitt dreymahøgg úr umleið 25 metrum, sum Kristian Joensen bert fekk fingrnar á. Fimm minuttir seinni fekk B36 nógv pláss í høgru, og tað gagnnýttu fyrrverandi AB-spælararnir, Bjarki Nielsen og Marius Kryger Lindh.

0-2 og tað sá út til, at B36 fór at nærkast NSÍ og 4. plássinum á stigatalvuni. NSÍ gjørdi tó eins og í steypadystinum millum liðini fyri 16 døgum síðani: Javnaði til 2-2 við tveimum málum í 2. hálvleiki. Í 70. minutti var tað innskifti Steffan Løkin, ið skoraði, og tríggjar minuttir seinni breyt ein annar innskiftari, Beinir Nolsøe, ígjøgnum í vinstru síðu. Hann legði inn fyri, óskil í B36-verjupartinum, og so kundi Klæmint Andrasson Olsen skora sítt samanlagt fjórða mál ímóti B36 í ár.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen hevur serliga havt gott tak á B36 í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Liðformaðurin Jann Benjaminsen noyddist av vølli við skaða á sínum gamla heimavølli. Tá var 0-2 - enn ein tungur dagur fyri B36, sum hevur 15 stig fyri 11 dystir. Ovastu liðini hava tvífalt so nógv stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hóast Jasper van der Heyden hevði risamøguleika at avgera í yvirtíðini, og hóast NSÍ var á heimavølli, so varð hetta meira eitt stig vunnið hjá NSÍ enn hjá B36. Frástøðan millum liðini liðini er fýra stig, og B36 hevur bert vunnið ein av sínum seinastu átta Betrideildardystum. Hetta er als ikki nøktandi fyri liðið hjá Dan Brimsvík.

1-0 og 5-1 til ovastu liðini

HB var ikki sannførandi móti botnliðnum ÍF, sum var væl betri skipað enn í 4-0 dystinum millum liðini fyrr í ár. Onkrar góðar støður vóru eisini hinvegin, men tað var sanniliga ikki tann mest undirhaldandi dysturin. HB fekk tó sín níggjunda sigur á rað í Betrideildini og hevur longu 30 stig.

HB fekk einsamalla málið í heldur ivasamari støðu: Tað sá út sum, at Áki Samuelsen gjørdi fríspark ímóti Jhon Mena á ÍF-hálvuna, Jóhan Hendrik Ellefsen lat ikki við seg koma, Áki og Mikkel Dahl flutt bóltin víðari til Sammy Skytte, ið aftur skoraði ímóti ÍF. Hetta var tað einasta í dystinum. Í álopinum eftir málið vildi ÍF hava brotsspark, og samanlagt hevði útiliðið so ikki hesar lykladómarnar við sær.

[object Object]Geza David Turi í 1. umfari ímóti Oddi Petersen og 07 Vestur. Miðvallarin skoraði tvey mál eftir hornaspark í dag og hevur fimm mál í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 Vestur gav áskoðarunum í Sarpugerði ein hvøkk. Víkingur hevði bóltin væl meira fyri steðgin, og Martin Klein Joensen hevði risamøguleika at leggja heimaliðið á odda, men so stútaði ein fríur Marcus Isager bóltin uppum Bárð á Reynatrøð til 0-1. Jóhan Petur Poulsen og Víkingur fingu tó rættað tingini til 2. hálvleik, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen komu á vøllin, og eftir 65 minuttir var 3-1.

Tað endaði 5-1. Víkingur var sannførandi eftir steðgin í Sarpugerði, har 07 Vestur eisini fall saman, og í løtum ikki sá út sum eitt Betrideildarlið. Hetta sást millum annað í trimum hornasparksstøðum, sum heimaliðið kundu gagnnýta, og í nøkrum verjustøðum.

Hetta vísti tó ávísa styrki hjá Víkingi, sum aftur var uttan millum annað Sølva Vatnhamar. Finnur og ársins spælari higartil, Geza David Turi, gjørdust tvífaldir málskjúttar. Olaf kom eisini á máltalvuna, og Jørgen Nielsen fekk fyrstu minuttirnar í Betrideildini í ár.

Betrideildin menn, 11. umfar
Í dag, leygardagin 25.05

HB - ÍF 1-0 (1-0)
34' Sammy Skytte (Mikkel Dahl) 1-0

Meria um dystin her

NSÍ - B36 2-2 (0-2)
33' Zean Peetz Dalügge 1-0
38' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 2-0
70' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 2-1
73' Klæmint Andrasson Olsen (Beinir Nolsøe) 2-2

Meira um dystin her

Víkingur - 07 Vestur 5-1 (0-1)
34' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 1-0
59' Geza David Turi 1-1
62' Finnur Justinussen 2-1
65' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 3-1
73' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 4-1 
90' Olaf Bárðarson 5-1

Meira um dystin her

Í morgin, sunnudagin 26.05
15.00: 
KÍ - B68 
EB/Streymur - Skála ÍF

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 24 stig * 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 10 stig *
8. EB/Streymur 4 stig * 
9. B68 3 stig *
10. ÍF 3 stig  

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder