Fótbóltur

Nøkur lið buldra avstað

Átta lið hava nú spælt helmingin av bólkaspælinum. Napoli, Bayern og Club Brügge hava vunnið allar sínar dystir. Liverpool fekk trý kærkomin stig í gjárkvøldið, og Inter vann á Barcelona..

Mohammed Salah skoraði annað málið hjá Liverpool í gjár.(Mynd: EPA)

Mohammed Salah skoraði annað málið hjá Liverpool í gjár.(Mynd: EPA)

2022-10-05 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja umfar í Champions League fór í gongd í gjárkvøldið við átta dystum. 

Bólkur A
Liverpool - Rangers 2-0
Ajax - Napoli 1-6

Liverpool gjørdi sína skyldu við heimasigri á Rangers, ið ikki sær út til at fáa fylgt við í bólkinum. Trent Alexander-Arnold, við beinleiðis frísparki tíðliga í dystinum, og Mohammed Salah, við brotssparki tíðliga í seinna hálvleiki, skoraðu málini á Anfield.

Napoli er flúgvandi. Liðið hjá Luciano Spaletti er á odda í Serie A og eisini í hesum bólkinum. Tað seinna sló Napoli so rimmarfast við 6-1 sigri í Amsterdam, har útiliðið annars kom afturum tíðlilga.


Napoli 9
Liverpool 6
Ajax 3
Rangers 0

Bólkur B: 
FC Porto - Bayer Leverkusen 2-0
Club Brügge - Atletico Madrid 2-0

Club Brügge hevur tikið nógv av bóli higartil í kappingini. Í gjár vann belgiska liðið 2-0 á Atletico Madrid. Heimaliðið fekk eitt mál í hvør sínum hálvleiki, og Antonie Griezmann brendi brotsspark, tá støðan var 2-0. Brügge hevur nú fult stigatal og er greitt oddalið í bólkinum, har Porto fekk síni fyrstu stig í gjár.

Club Brügge 9
FC Porto 3 stig
Bayer Leverkusen 3
Atletico Madrid 3


Bólkur C: 
Bayern München - FC Viktoria Plzen 5-0
Inter Milan - FC Barcelona 1-0

Tað var eingin slignur í valsinum hjá Bayern, sum vann stórt á kekkiska mótstøðuliðnum í Suðurtýsklandi í gjár. Liðið hjá Julian Nagelsmann hevur fult stigatal í bólkinum.

Í Milano var áhugaverdur dystur, har Barcelona hevði bóltin meira, men har tað annars var javnt. Turkiski Hakan Çalhanoğlu, ið ikki var tøkur til dystin á Tórsvølli fyri tíggju dagar seinni, skoraði beint fyri hálvleik, og tað vísti seg at gerast einsamalla málið í dystinum. Útiliðið fekk mál kolldømt miðskeiðis í seinna hálvleiki og vildi hava brotsspark seint í dystinum, men eins og móti  Bayern í 1. umfari fór Barca av vøllinum við einum tapi og uttan at skora. og trýst er á liðnum hjá Xavi, tá Inter kemur á vitjan á Camp Nou í næstu viku.

Bayern 9
Inter 6
Barcelona 3
Plzen 0

Bólkur D:
Olympique de Marseille - Sporting Clube de Portugal 4-1
Eintracht Frankfurt - Tottenham Hotspur 0-0

Talan er um tættasta bólkin í løtuni. Hetta gjørdist greitt eftir, at Marseille vann á Sporting í gjárkvøldið - útiliðið fekk reytt kort miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá støðan var 2-1. 

Sporting 6
Tottenham 4
Frankfurt 4
Marseille 3

Átta dystir verða leiktir í kvøld eisini. Millum annað vitjar FCK í Manchester, har serliga Haaland skal stegðast, og Chelsea spælir í Milano móti AC Milan.

Sí skrá her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder