Hondbóltur

Nora Mørk aftur skadd í knænum

Eftir skaðastøðg í hálvtannað ár, fekk norska hondbóltsstjørnan nýggjan skaða í knæið í gjár.

(Mynd: CMS Bucuresti)

(Mynd: CMS Bucuresti)

2019-08-26 18:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv bendir á, at ein av bestu kvinnuligu hondbóltsspælarunum í Noregi, Nora Mørk, ikki verður við til HM kappingina í desember.

Nora Mørk hevur í dag verið kanningar á sjúkrahúsi, og úrslitið var tað, ið øll óttaðust. Ein álvsrsligur skaði í liðbandinum í knænum.

Í februar í fjør oyðilegði hon fremra krossbandið í einum dysti fyri rumenska felag sítt, CMS Bucuresti. Eftir at hava hildið seg frá hondbólti í hálvtannað ár, kundi hon so í gjár aftur trína á vøllin, tá CMS Bucuresti spældi Super Cup dyst móti SCM Râmnicu Vâlcea.

Men nakað inn í annan hálvleik, small norski landsleikarin í vøllin við pínum í knænum. Og nú vísir tað seg, at hon aftur má halda ein langan støð fyri at venja knæið uppaftur, skrivar NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder