Annað

Nora vann Eastercup 2023

Pinkuliðið Nora hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist í dag nummar eitt í kappingini hjá pinkum til altjóða kappingina Eastercup í estetiskum fimleiki, sum varð hildin í Greve um vikuskiftið..

2023-04-09 09:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir innleiðandi kappingina fríggjadagin lá Nora trygt á fyrstaplássinum við 13,300 stigum. Í dag fingu tær 14,050 stig, sum gav teimum samanlagt 27,350 stig, og tær vunnu sannførandi fyrstaplássið.


Soleiðis sá út á stigatalvuni í dag:


  1. Team Nora (FRO) 13.300 - 14.050 - 27.350
  2. Team Mynthe (DEN) 12.100 - 11.600 - 23.700
  3. Team Daisy (DEN) 9.400 - 10.400 - 19.800


Fleiri onnur lið og aðrir aldursbólkar luttóku eisini úr Føroyum, og til ber at síggja úrslitini her: https://ksis.eu/resultx.php?

Kelda: Havnar Fimleikarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder