Fótbóltur

Norðlýsið: - Avgerðandi frísparkið átti ikki at verið dømt

KÍ-verjuleikarin Jesper Brinck skjeyt bóltin í egna hond.

Árni Frederiksberg skoraði frísparkið beinleiðis í mál til 1-0 til B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði frísparkið beinleiðis í mál til 1-0 til B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-22 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lokalblaðið í Klaksvík, Norðlýsið, er av tí greiðu fatan, at frísparkið, sum dømt varð móti KÍ í 89. minutti í dystinum móti B36 í gjárkvøldið, og sum førdi til at B36 kundi leggja seg á odda 1-0 í dystinum, ikki átti at verið dømt.

Norðlýsið vísir við videomyndum í slow motion, at danski verjuleikarin hjá KÍ, Jesper Brinck, skjýtur bóltin í egna hond, men støðan var ikki revsiverd sambært Norðlýsinum.

”Video myndirnar vísa greitt at talan var ikki um ”hond til bólt”, sum greitt stendur skrivað í fótbóltslógini. Tvørturímóti kemur Jesper Brinck av óvart til at skjóta bóltin upp undir egnan arm (upptøkan vísir tað greitt í slow motion) í sera truplu veðurumstøðunum, ið vóru allan dystin og harafturat hevði bólturin kós burtur frá KÍ-málinum”, skrivar Norðlýsið og vísir á, at sambært galdandi Uefa-reglum, átti frísparkið ikki at verið dømt.

B36 vann dystin 2-0.

Les eisini: B36 tók sigurin og oddasessin heilt móti endanum 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder