Norðmenn hava seinasta samdøgrið vakt ans í amerikanska stórbýnum New York, har norsku fjeppararnir nú eru savnaðir undan øðrum dysti í HM-endaspælinum.
Noreg og Senegal hittast á MetLife Stadium í nátt klokkan 1 føroyska tíð.
Við herrópi sum minnir um íslendska "huh", settu norðmenn seg niður á Times Square og í felag løgdu tey seg aftur á - sum vóru tey umborð á einum víkingaskipi og róðu. Hetta meðan tey róptu "Ro!".
Herrópið hevur eisini verið at sæð á sosialum miðlum seinastu dagarnar á ymiskum støðum. Millum annað niðan gjøgnum einar rullutrappur.
(Mynd: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix)
Fyrsti dysturin hjá Noreg í bólki F varð leiktur týskvøldið og endaði 4-1 til Haaland og hinar.
Dysturin millum Noreg og Senegal sæst á TV2 Sport X og TV2 Play.
Haaland skoraði tvey mál í fyrsta HM-dystinum (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald