2021-09-10 17:54
Nógv børn og ung úr Norðurlondum, ið eru evnarík innan telving, eru nú savnaði á Hotel Føroyum.
Í morgun var norðurlandameistaraskapið í telving fyri børn og ung skotið í gongd har, og kappast verður næstu dagarnar í ymsu bólkunum.
Tað var varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sum tók ímóti og setti kappingina. Hann nýtti høvið til at vísa á, hvussu nógvir fyrimunir tað kann hava, millum annað kognitivt og sosialt, hjá einum einum barni at læra og brúka tíð til at telva.
Les røðuna og sí fleiri myndir her
Annfinn Brekkstein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald