Leygardagin 22. oktobur verður Norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.
Tað eru Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið sum skipa fyri kappingini.
Luttakarar í kappingini koma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum.
Framførslurnar byrja kl. 09 tá flokking av íðkarunum er á skránni.
Klokkan 11.45 verður setanarhald, og sjálv kappingin verður frá klokkan 12 til umleið klokkan 15.
Endamálið við kappingini, er at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi, at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa á møguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald