Fótbóltur

Norðurlond vilja skipa fyri EM fyri kvinnur

Umsóknin varð í dag send til Uefa.

EM kappingin í summar var ógvuliga væl eydnað og væl vitjað. Ongland vann á heimavølli (Mynd: EPA)

EM kappingin í summar var ógvuliga væl eydnað og væl vitjað. Ongland vann á heimavølli (Mynd: EPA)

2022-10-12 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við stuðli frá fótbóltssambondunum í Føroyum og Íslandi, hava Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland í dag givið boð um at sleppa at skipa fyri EM-kappingina fyri kvinnur í 2025.

Norðurlendsku fótbóltssambondini hava í yvir fýra ár arbeitt tætt saman fyri at koma við einum sterkum felags boðið upp á eitt stórt meistaraskap.

Um tey fýra norðurlondini fáa kappingina, verða dystirnir spældir í teimum fýra høvuðsstøðunum umframt Odense í Danmark, í Tróndheimi í Noregi, Göteborg í Svøríki og Tammerfors í Finnlandi.

EM-finalan skal eftir ætlanini spælast á Friends Arena í Stockholm, sum er størsti fótbóltsleikvøllur í Norðurlondum við plássi fyri 50.000 áskoðarum.

Frakland, Poland og Sveits hava eisini givið boð um at halda kappingina. Avgerðin um hvør fær hana verður tikin 25. januar 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder