Fótbóltur

Norðurlondini stuðla sitandi forsetanum í UEFA

Norðurlendsku fótbóltssambondini stuðla Aleksander Ceferin at stilla uppaftur til UEFA forseta næstu fýra árini.

Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini á heimavøllinum hjá HJK Helsinki - Mynd: www.fsf.fo

Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini á heimavøllinum hjá HJK Helsinki - Mynd: www.fsf.fo

2018-08-22 14:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinasta vikuskiftið hittust tey seks norðurlondini til árliga Norðurlandafundin, sum í ár bleiv hildin í Helsinki í Finnlandi.

Á fundinum varð full semja millum forsetarnar í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noreg og í Svøríki at kunngerða teirra stuðul til Mr. Aleksander Ceferin, sum framhaldandi foresta fyri Evropeiskan fótbólt komandi fýra árini.

Øll Norðurlendsku fótbóltssambondini hava í dag kunnað UEFA umsitingina um stuðulin til Aleksander Ceferin, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni.

Forsetavalið í evropeisku fótbóltssamgonguni verður á 43. UEFA aðalfuninum, sum verður í Rom í Italia tann 7. februar 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder