Fótbóltur

Noreg møguliga bót fyri neyðbluss

Eini 15 til 20 neyðbluss undir dystinum millum Noreg og Føroyar eru partur av kjaki um brúk av fýrverki í norskum fótbólti.

(Mynd: Aftenposten)

(Mynd: Aftenposten)

2019-11-16 08:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum 15 til 20 neyðbluss, sum vóru tendrað á Ullevaal leikvøllinum í Oslo millum Noreg og Føroyar, hava kanska við sær, at norska fótbóltssambandið fær eina bót.

Tað vóru norskir áskoðarar sum sótu aftanfyri málið hjá føriyum í fyrra hálvleiki, sum tendraðy neyðbluss tá bara sekund vóru leikt av dystinum. Sambært VG róptu áskoðararnir herrópið “Hater, hater, hater NFF”.

“NFF” er norska fótbóltssambandið og sum skilst er hetta ein partur av kjakinum sum hevur verið í Noreg seinastu tíðina um brúk av neyðblussi og fýrverki í fótbólti annars.

VG skrivar, at norska fótbóltssambandið helst kann rokna við einari bót eftir hendingina.

Ein áskoðari sum NRK hevur tosað við sigur, at hetta var samlað mótmælistiltak frá áskoðarum í fleiri av stóru feløgunum í Noreg.

Áskoðararnir við neyðblussunum fóru av leikvølliunum eftir hendingina, sum annars ikki órógvaði spælið nakað, og vardi bert í nakrar fáar minuttir.

[object Object]Føroyar taptu dystin 4-0 móti norðmonnum (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder