Fótbóltur

Noreg og Frakland spæla bólkafinalu klokkan 20

Haaland og Mbappé bresta saman í Foxborough - um norski áleyparin sleppur á vøllin - í helst størstu uppgerðini í 3. umfari. Uruguay og Belgia spæla fyri HM-lívinum móti ávikavist Spania og Uruguay.

Tveir HM-dystir og fýra mál og samanlagt 59 mál í 52 dystum á landsliðnum. Erling Haland er glóðheitur undan dystinum móti Fraklandi - tó verður vandamikli áleyparin møguliga á bonkinum frá byrjan (Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)

Tveir HM-dystir og fýra mál og samanlagt 59 mál í 52 dystum á landsliðnum. Erling Haland er glóðheitur undan dystinum móti Fraklandi - tó verður vandamikli áleyparin møguliga á bonkinum frá byrjan (Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-26 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir spennandi HM-dystir eru á skránni í kvøld og í nátt, har øll tólv liðini hava okkurt at spæla fyri.

Nógv eygu verða helst vend móti New England klokkan 20 okkara tíð, tá ein av størstu HM-favorittunum og ein av mest spenanndi "outsidarunum" møtast.

Frakland og Noreg hava bæði fult stigatal eftir tvey umfør - og Erling Haaland og Kylian Mbappé hava skorað fýra mál hvør. Hetta kann gerast eitt veruligt brak.

Tó skrivaði NRK fyri lítlari løtu síðani, at Erling Haaland mest sannlíkt byrjar á bonkinum: Ståle Solbakken hevur í hyggu at skifta so at siga alt liðið út í mun til tveir teir fyrstu dystirnar, sambært norska kringvarpinum.

Samstundis spæla Senegal og Irak um møguleikan at koma víðari, og í nátt skulu Belgia og Uruguay mest sannlíkt vinna sínar dystir.

Sí yvirlit niðanfyri

Sí eisini: Elanga sendi Svøríki víðari - uttan at vita av tí

Bólkur I

1. Frakland 6 stig *
2. Noreg 6 stig *
---------------------
3. Senegal 0 stig 
4. Irak 0 stig

* Víðari

Fríggjadagin 26. juni:
20.00: Frakland - Noreg
20.00: Senegal - Irak

Bólkur H
1. Spania 4 stig
2. Uruguay 2 stig
----------------------
3. Kap Verde 2 stig
4. Saudi Arabia 1 stig 

Leygarnáttina 27. juni: 
01.00: Spania -  Uruguay 
01.00: Saudiarabia - Kap Verde

Bólkur G
1. Egyptaland 4 stig
2. Iran 2 stig 
---------------------
3. Belgia 2 stig
4. Nýsæland 1 stig

Leygarnáttina 27. juni: 
04.00: Belgia -  Nýsæland 
04.00: Egyptaland - Iran 

Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder