Tann fyrra hálvfinalan í Herning í gjárkvøldið gjørdist ein sannur gysara. Neyðugt varð við longdari leiktíð millum Danmark og Noreg, og Henny Reistad skoraði avgerandi málið í allarseinata sekundi. Harvið sendi hon Noreg í enn eina HM-finalu.
Sí eisini: Noreg knústi danska HM-dreymin í seinasta sekundi
Har skal Noreg hitta Frakland, eins og fyri tveimum árum síðani. Hetta er greitt eftir seinnu hálvfinaluna, sum als ikki gjørdist spennandi: Fronsku favorittarnir settu Svøríki uppá pláss og vunnu við níggju málum.
Áðrenn hálvfinaluna vóru ivamál um nakrar franskar spælarar, men eftir tólv minuttir var 10-2 og eingin vegur aftur hjá Svøríki. 11-19 í steðginum og Tað kom ongantíð veruligur spenningur í hálvfinaluna.
Frakland hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum - millum annað ein á Noreg. Lagt er upp til enn ein spennandi dyst millum hesi liðini sunnukvøldið klokkan 18.
Hálvfinalurnar
Í gjár, fríggjadagin 15.12.
Svøríki - Frakland 28-37 (11-19)
Til ber at síggja yvirlit fyri dystin her
Danmark - Noreg 28-29 eftir longda leiktíð (23-23)
Til ber at síggja yvirlit fyri dystin her
Finaludagur - sunnudagin 17. 12
Bronsudystir kl. 15: Danmark - Svøríki
Finala klokkan 18: Noreg - Frakland
Fótbóltur
Noreg skal hitta Frakland í finaluni
Talan verður um endurtøku av HM-finaluni frá tveimum árum síðani - Svøríki megnaði ikki at gera nakað við Frakland í gjárkvøldið.
Frakland vann við einum máli, tá liðini hittust í høvuðsumfarinum (Mynd: EPA)
2023-12-16 12:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald