Hondbóltur

Noreg skal møta Fraklandi í finaluni

Sponsku vertirnir bjóðaðu av í fyrra hálvleiki og nakað inn í 2. hálvleik, men tá samanumkom, var eingin ivi, og fyri áttandu ferð er Noreg í finaluni. HM-finalan verður sunnudagin, og tá verður bronsudysturin millum Spania og Danmark eisini.

Nora Mørk gjørdist norskur toppskjútti  í 27-21 sigrinum við átta málum (Mynd: EPA)

Nora Mørk gjørdist norskur toppskjútti í 27-21 sigrinum við átta málum (Mynd: EPA)

2021-12-17 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er endaliga greitt, hvør skal møtast í HM-finaluni hjá kvinnum 2021. Frakland vann tíðliga í kvøld dramatiska hálvfinalu á Danmark við einum máli, og fyri løtu síðani spældi Noreg seg í sína áttandu finalu. 

Seinast var í 2017, tá júst Frakland forðaði fyri, at Noreg endurvann gullið frá 2015. At Noreg er nakað sterkari enn Spania gjørdist greitt í 2. hálvleiki í kvøld. Spania spældi við nógvari orku og góðum stuðli frá áskoðarunum, og komu uppá javnt áðrenn steðgin, men nakað út á seinna hálvleik rann Noreg avstað - millum annað við at framhaldandi at renna skjótt í væl í kontra og annars við skjótum álopsspæli, ið hevði góðsku. Samstundis tók Katrine Lunde væl frá í málinum, og 41-ára gamli málverjin varð kosin dagsins leikari - Noreg vann við seks málum.

Strikuleikarin Kari Brattset Dale spældi ein góðan dyst í báðum endum av vøllinum og skoraði sjey mál. Nora Mørk gjørdist tó toppskjútti við átta málum, Tær og hinar á norska liðnum skulu nú fyrireika seg til sunnudagin, har lagt er upp ein sera spennandi dyst, ið byrjar 16.30. Vertirnir skulu spæla bronsudyst móti Danmark, ið byrjar tríggjar tímar áðrenn.

HM-hálvfinalurnar
17.12 Granrollers, Spania (Katelonia)

Danmark - Frakland 22-23 (12-10)

Noreg - Spania 27-21 (11-11)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder