Hondbóltur

Donsku kvinnurnar ov stuttar eftir gysara

Liðið hjá Jesper Jensen var á odda størsta partin av HM-hálvfinaluni, men olympisku meistararnir úr Fraklandi vóru stinnari. Noreg og sponsku vernirnir stríðast um hitt finaluplássið seinni í kvøld.

Lærke Nolsøe stríðist um ein bólt í EM-undankappingardystinum í Føroyum í oktober. Hon og liðfelagirnir vóru leingi omaná í Spania í kvøld, men tað rakk ikki til finalupláss (Mynd: Sverro Egholm)

Lærke Nolsøe stríðist um ein bólt í EM-undankappingardystinum í Føroyum í oktober. Hon og liðfelagirnir vóru leingi omaná í Spania í kvøld, men tað rakk ikki til finalupláss (Mynd: Sverro Egholm)

2021-12-17 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í EM-endaspælinum á heimavølli fyri næstan júst einum ári síðani, gjørdist danska kvinnulandsliðið í kvøld ov stutt til at røkka HM-finaluna. Tá var Danmark á odda við trimum málum í steðginum, men megnaði ikki at hanga fast, og søgan endurtók seg á ein hátt hesuferð. Tað gjørdist tó tættari enn tá - Frakland vann við einum máli í hálvfinaluni í Granrollers í Katelonia, men tað var Danmark, ið var á odda við tveimum málum, tá farið var til hálvleiks.

Danska liðið var eisini omaná so at siga allan fyrra hálvleik, har kontraspælið við Line Haugsted í fyrstu bylgju eydnaðist heilt væl, har álopsspælið í pørtum var í góðari rútmu, men har tað serliga var verjuparturin, ið gjørdist munurin. Frakland fekk ikki frið til sítt spæl, og tá tær megnaðu at bróta ígjøgnum og koma til rímiliga frí skot, stóð Althea Reinhardt ofta væl fyri. 25-ára gamli Odense-málverjin varð kostin til dagsins leikara. Sum seinni hálvleikur leið fekk hin ikki líka væl fatur á skotunum, ið tó oftari gjørdist frí, og so kom Sandra Toft inn til seinastu tíggju minuttirnar og hevði fýra stórbjargingar, ið veruliga hildið spenninginum í dystinum.

Tá var Frakland komið uppá javnt, og seinastu løtuna av dystinum vóru tær í bláum sterkari á so at siga øllum økjum. Olympisku meistararnir vóru aftanfyri við trimum málum, tá nakað undir eitt korter var eftir, men so gekk skjótt. Við einari meira offensivari verju, 5-1, fekk Frakland órógvað danska álopsspælið væl; tað var og stirvið, og ov nógv hekk á Mie Højlund - Jesper Jensen nýtti bert sjey ímóti seks eina ferð. Vengurnir fingu nøkur skot móti endanum, men tey flestu vóru úr heldur spískum ella ógvuliga spískum, og øll vórðu brend. Darleux í málinum tók yvir 40 prosent í seinna hálvleiki, og í hinum endanum fekk Frakland ferð á, og við sínari styrki, ferð og royndum hálaðu tær ein sigur í land. Tað varð 20-21, Danmark javnaði tvær ferðir, men triðju ferð gekk ikki, hóast Frakland misnýtti møguleikan at koma upp á +2 fyri fyrstu ferð í dystinum í síðsta minuttinum.

Danmark var ógvuliga tætt við at koma í sína fyrstu finalu í 17 ár, men skal ístaðin spæla um HM-bronsu sunnudagin. Fronsku kvinnurnar hava seinastu fýra árini vunnið tríggjar kappingar, HM 2017, EM 2018 og OL fyrr í ár og hava sunnudagin møguleikan at leggja aftruat. Noreg er stórur favorittur at gerast mótstøðuliðið hjá Fraklandi, men skal basa sponsku vertunum í hálvfinaluni seinni í kvøld.

HM-hálvfinalurnar
17.12 Granrollers, Spania (Katelonia)
Danmark - Frakland 22-23 (12-10)

19.30: Noreg - Spania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder