Tað sá einki út hjá norsku kvinnunum í HM-finaluni í hondbólti millum Noreg og Frakland, sum varð leikt í Granollers í Spania í kvøld. Tí meðan Noreg ikki fekk sítt spæl at koyra, lupu fronsku kvinnurnar avstað.
Eina løtu áðrenn steðgin var Frakland á odda við seks málum, men beint undan steðginum vísti Nora Mørk sínar dystir, og minkaði um munun til støðuna 16-12, sum var støðan í hálvleikum.
Nakað undan steðginum var eisini ruðulleiki við dómaraborðið, tá ivi stakk seg upp um hvør av leikarunum varð útvístur.
Seinni hálvleikur var sum ein heilt annar dystur, og við Silje Solberg í norska málinum, sum tók nærum alt sum takast kundi, gjørdist norska leiðslan altsamt størri.
Síðstu minuttirnar var als eingin spenningur, og tað var bara ein spurningur, um hvussu stórt Noreg fór at vinna. Noreg vann seinna hálvleik heili 17-6, og úrslitið gjørdist 29-22.
Norsku kvinnurnar tryggjaðu sær sostatt fyrsta HM-gullið síðani 2015.
Fyrr í dag leiktu Danmark og Spania dyst um bronsuna. Donsku kvinnurnar vunnu dystin 35-28, og vunnu sítt fyrsta heiðursmerki síðani 2013.
HM-vinnarar seinastu árini
2021: Noreg
2019: Holland
2017: Frakland
2015: Noreg
2013: Brasil
2011: Noreg
2009: Russland
2007: Russland
2005: Russland
2003: Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald