Tað var ein foyur venjari, sum møtti til tíðindafundin eftir dystin. Kanska heppið fyri hann, at tað ikki vóru so nógvir miðlar til staðar – og ongir úr Noregi.
Jonas Wille var eyðmjúkur í síni fráboðan.
- Tit gjørdu tað trupult fyri okkum. Serliga Skipagøtu gjørdi tað trupult fyri okkum. Men tað gjørdi málmaðurin (Nicholas Satchwell, -red.) eisini, serliga í endanum av fyrra hálvleiki og byrjanini av seinna. Vit spældu væl tá, men vit fingu ikki bóltin inn.
- Vit høvdu fyrimunin gjøgnum tað mesta av dystinum, men ávísar hendingar leiddu til tann serliga endan. Tað var ein smeitur fyri okkum, tí tað varð væntað av okkum, at vit fóru at vinna.
- Føroyingar spældu ein frálíkan dyst, og tað vil eg ynskja Føroyum til lukku við.
Upp á okkara fyrispurning, um hansara leikarar kendu trýstið frá talríku føroysku fjøldini, svaraði Jonas Wille, at tað nokk ikki varð galdandi fyri hansara leikarar.
- Áskoðarafjøldin lyfti teir føroysku leikararnar, tað var týðuligt. Tað, sum okkara leikarar vóru trýstir av, vóru meira væntaninar heimanífrá um at skula vinna við 10-15 málum móti føroyingum.
Flott at halda Noreg á 26 málum
Peter Bredsdorff Larsen var, sum vera mann, meira lættur í sinni á tíðindafundinum, og hann hevði eisini lovorð til áskoðararnar fyri dygga stuðulin, sum lið hansara fekk.
- Hetta var ein harður dystur móti einum góðum liði. Men vit vistu, at um vit komu upp á sama støði, sum vit høvdu móti Slovenia, so høvdu vit ein møguleika, segði Peter Bredsdorff.
- Vit gagnnýttu møguleikan og fingu stig.
Tað, sum Bredsdorff tó segði seg vera mest ernan av var, at tað eydnaðist Føroyum at halda Noregi niðri á 26 málum. Tað er 'crazy' helt hann, tá hugsað verður um, at bróðurparturin av føroysku spælarunum spæla í donsku 2. deild.
Peter Bredsdorff viðgekk føroyingar vóru hepnir við at fáa javnleik.
Brotskastið var OK
Vit spurdu norska venjaran, hvussu hann metti støðuna móti endanum, um hann var samdur í, at tað var brotskast.
- Eg eri ikki ósamdur í tí. Er tað fríkast í slíkari støðu beint fyri leiklok, so skal tað dømast brotskast. Men eg hevi ikki sæð støðuna umaftur, segði Jonas Wille.
Ætlar at vinna á Polandi
Og so varð Bredsdorff spurdur um víðari møguleikarnar.
- Vit ætla at vinna á Polandi, og trúgva upp á tað. Eftir tann dystin kunnu vit so seta okkum at bíða eftir úrslitinum frá dystinum millum Slovenia og Noreg. Men at Noreg fer at tapa við fleiri málum í tí dystinum, tað trúgva vit ikki so nógv uppá.
- Men ein sigur móti Polandi hevði havt stóran týdning fyri okkum, serliga tá tað snýr seg um styrkismetingarnar fram móti komandi HM-undankapping, segði føroyski venjarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald