Hondbóltur

Norskt skrædl í hálvfinaluni: Spania og Holland hittast í finaluni

Óvæntað smurdi Spania 28-22 á Noreg og tryggjaði sær annað plássið í finaluni. Í morgun vann Holland 33-32 móti Russlandi, og tala.

Estavana Polman gjørdist toppskjútti í sera tøttu hálvfinaluni millum Holland og Russland tíðliga í morgun (Mynd: EPA)

Estavana Polman gjørdist toppskjútti í sera tøttu hálvfinaluni millum Holland og Russland tíðliga í morgun (Mynd: EPA)

2019-12-13 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vera hondbóltskvinnurnar úr Hollandi og Spania, sum sunnudagin spæla um HM-gull í Japan. Talan var um liðini, ið vóru greitt undirtippaði í hálvfinalunum.

Holland vann í morgun higartil ósigraða Russlandd við sigrinum 33-32, og Spania setti Noreg upp á pláss við 28-22 sigri.

Støðan tá Spania og Noreg fóru til hálvleik var 13-13, men í seinna hálvleiki skrædnaði, og Spania vann við seks málum.

Dysturin millum Holland og Russland varð ikki avgjørdur fyrr enn 15 sekund vóru eftir, tá Laura van der Heijden skoraði fyri Holland til 33-32.

Finalan verður leikt sunnudagin 11:30 føroyska tíð. Dysturin um bronsuheiðursmerki millum Russland og Noreg byrjar 08:30 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder