Tað eru løtur, sum skilmarka og gerast avgerandi fyri eitt meistarastríð.
Soleiðis kendist tað á Argjum mánakvøldið, har AB var á odda 3-2 eftir smáar 80 minuttir og var sentimetrarar frá leggja seg á odda í yvirtíðini, tá tað var 3-3. Ístaðin avgjørdi Jonn Johannessen fyri KÍ, og tá KÍ var á odda 2-0 í oddabrakinum í dag, vóru verandi meistararnir brádliga á oddakós - heldur enn at liggja seks stig ella meira aftanfyri.
Men, eins og í dystinum millum KÍ og AB á Argjum, kom stór vend í við Djúpmýru seinnapartin
Innleggsmál og KÍ-tamarhald
NSÍ kundi av álvara leggja sjógv ímillum seg og KÍ, tríggjar dagar eftir Conference League-dyst hjá KÍ. Ikki óvæntað vóru liðini varin í 1. hálvleiki, har nógv lá á at einstakir álopskendir profilar - serliga Petur Knudsen hjá NSÍ og Árni Frederiksberg hjá KÍ - kundi skapa nakað.
Verjurnar vóru sterkari, og í støðunum tá júst Petur var við at gerast vandamikil, kom ein KÍ'ari fyri. Í 80 minuttir var verjuparturin hjá heimaliðnum ógvuliga sterkur: Við Jóannes Kalsø Danielsen yvirav Peturi, Gilla Rólantsson Sørensen og Gastón Tellechea í miðverjuni og ógvuliga eyðsýndum René Shaki Joensen sum verjukendum miðvallara.
Liðið hjá Magnusi Powell var nærri fyri steðgin, og hetta var uppspælsmistak hjá NSÍ. Oussama Ali og hinir fóru í høgt trýst, Tom Amos rakti Ali, tá NSÍ-málverjin skuldi spæla fram á miðvøllin, og bólturin rakti tvørtræið. Málini komu eftir steðgin.
Teir kongabláu settu seg meira og meira á dystin. Tað var eisini KÍ, sum í størri mun hevði tørv á einum sigri, og í 58. minutti bragdaði. Árni Frederiksberg fró væl framvið í høgru, legði innfyri við høgra beinið tætt við baklinjuna, og við aftaru stong stýrdi Filip Brattbakk bóltin væl í netið til 1-0.
Blóð uppá tonnina hjá KÍ, og NSÍ - sum hevði staðið væl ímóti - var meira kroyst. Um miðjan 2. hálvleik sendi Árni Frederiksberg aftur bóltin væl inn í NSÍ-brotsteigin. Hesaferð var tað eftir hornaspark úr vinstru, sum endaði í pannuni á Pálli Klettskarð. Kenda uppskriftin gav 2-0 máli, og KÍ var á veg móti oddasessinum.
Stóra og seina NSÍ-vendin
Í 2. umfari í Conference League vendi NSÍ 2-0 tapi í fyrra dystinum móti FC Koper til sigur á útivølli - og mál ógvuliga seint í dystinum.
Eftir 2-0 málið hjá KÍ var einki, ið bendi á, at teir í gulum fór at fáa nakað bruturúr í Klaksvík. Tað var kanska nærri 3-0 enn 2-1 eina løtu, men so gav feilalvering hjá Gastón Tellechea brádliga NSÍ pláss. Tað takkaði Petur Knudsen fyri. Hann rak inn í brotsteigin og smekkaði bóltin í netið.
1-2 og nátúrligt gjørdist NSÍ-trýstið størri. Millum annað var Daniel Obbekjær sendir fram - og hetta gav úrslit.
Av tí at Jóannes Kalsø Danielsen lá eina løtu niðri, tí hann fekk ein alboga hjá innskifta Meinhard Egilsson Olsen í høvið, varð longda leiktíðin væl longri enn teir seks minuttir, sum vórðu lagdir afturat. Og í 98. minutti ruddaði KÍ ikki nóg væl burtur, tók høgi miðverjin av.
Hetjan hjá NSÍ: Spæla sum ein posi av nøtum - men síðani taka vit okkum saman
Harvið hevur NSÍ enn trý stig niður til KÍ, nú sjey umfør resta í. Málini seint í dystinum í Klaksvík kunnu verða avgerandi, tá alt skal teljast upp síðsti í oktober.
Tungur burður hjá KÍ, sum hósdagin skal royna at spæla seg í deildarspælið í Conference League.
HB kom ikki nærri teimum báðum fremstu liðunum, tí at sigursrøðin kom at enda móti 07 Vestur (0-0).
20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 23. august
KÍ - NSÍ 2-2 (0-0)
HB - 07 Vestur 0-0
EB/Streymur - AB 2-0 (0-0)
Meira um dystin her
17.15: B68 - Skála (FM1) - fylgi við har ella ovast á Portalinum
Klokkan 19.30 í kvøld verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1
Fríggjadagin 21. august
Víkingur - B36 0-0
- Javnleikur er eitt liviligt úrslit hjá Víkingi og B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald