Fótbóltur

NSÍ fær nýggjan formann mikudagin

Dánial Hansen stillar ikki upp aftur. Nú er tíðin komin at loyva øðrum framat, sigur hann.

Dánial Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dánial Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-22 13:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dánial Hansen stillar ikki uppaftur, tá NSÍ mikudagin hevur eyka aðalfund. Sostatt er greitt, at niðurflytararnir í Runavík skulu hava nýggjan formann.

- Eg havi persónliga tikið støðu, og havi valt ikki at stilla uppaftur. Nú havi eg verið partur av NSÍ nevndini í mong ár, og havi sum formaður seinastu nógvu árini roynt mítt besta. Havi sitið í nevnd við nógvum góðum fólki, sum eg kalli eldsálir í felagnum. NSÍ hevur tørv á hesum fólkum, sum púra fríðvilliga brúka alla orku uppá felagið, og gera tað fegin, skrivar Dánial Hansen í fráboðan á Facebook.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Eg havi roynt mítt besta, uttan at havt ynski um at eg skal fáa nakað afturfyri, eg havi arbeitt sjálvboðið fyri NSÍ, sum eg altíð fari at elska, sigur NSÍ-formaðurin.

- Nú er tíðin komin at loyva øðrum at taka yvir, og fari eg at takka øllum, sum hava hjálpt mær hesi árini, takka stuðlum osv fyri gott samstarv hesa tíðina. Takk øll somul fyri gott samstarv, og takk fyri alla góða hjálp, sigur Dánial Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder