
Tað gekk heilt galið hjá runavíkingum í Edinburgh í kvøld. Skotar vunnu heili 6-1, og harvið var tað einasta jaliga eitt útivallarmál frá Peturi Kundsen.
Skotskur fótbóltur er væl sterkari enn føroyskur fótbóltur. Hibernian var greiður favorittur undan dystinum, og longu í 3. minutti fekk heimaliðið brotsspark. Kamberi skoraði, og hann økti til 2-0, tá tjúgu minuttir vóru leiktir. Eftir hálvan tíma var 3-0, og nakrar minuttir seinni fekk Einar Tróndargjógv beinleiðis reytt kort. Tað fór frá ilt til verri hjá NSÍ, ið kom afturum 4-0" stutt fyri hálvleik.
Í øðrum hálvleiki bleiv nakað betri hjá NSÍ. Hibernian skoraði tvær ferðir, har Kamberi millum annað fekk sítt hattrick. Ímillum tey málini skoraði Petur Knudsen. Hann skoraði eisini á útivølli í Evropa. Eins og tá var tað við beinleiðis frísparki.
Nú er ikki nógv at spæla um í Føroyum; tað er bert stig fyri føroyskan fótbólt og æran hjá NSÍ uppá spæl á Svangaskarði næsta hóskvøld.
Hibernian - NSÍ 6-1 (4-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald