
25. oktober 2023 skrivaðu NSÍ og Jens Wedeborg undir ein tvey-ára sáttmála. Hesin sáttmálin verður ikki longdur, tá hann gongur út við kappingarenda.
Hetta hevur NSÍ kunngjørt tíðliga í kvøld.
- Vit kunnu nú boða frá, at sáttmálin verður ikki longdur. Jens Wedeborg verður tó sjálvandi venjari restina av kappingarárinum.
45-ára gamli sviin tók við hjá uppflytarunum, og í fjør endaði liðið á 4. plássi, ið gav pláss til Conference League.
Har spældi NSÍ ein flottan fyrra dyst móti finska stórfelagnum HJK, men 4-0 sigurin á heimavølli varð til einkis í Helsinki vikuna aftaná. NSÍ tapti 5-0 eftir longda leiktíð.
Hetta, saman við tí at NSÍ fór úr meistarastríðnum, hevur helst hava sína ávirkan í avgerðini um ikki at halda fram við sama høvuðsvenjara.
NSÍ hevur av álvara styrkt hópin seinastu smáu tvey árini við millum annað einari rúgvu av útlendskum verjspælarum, og í vetur legðist millum annað Brandur Hendriksson. Liðið byrjaði flúgvandi í ár, men eftir tvey tap móti KÍ og eitt móti HB misti liðið takið í oddastríðnum.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, hevur hugt uppá støðuna (Mynd: Sverri Egholm)
Starvsnevndin hjá NSÍ fer nú undir eina tilgongd at finna ein nýggjan høvuðsvenjara.
Hesin skal byggja víðari á góðu gongdina seinastu tvey árini, skrivar felagið.
Verður dagført
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald