Føroyski landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur áður gjørt greitt, at tað er í fremstu deildini man skal spæla fyri at koma upp á tal til landsliðið. Og tað gjørdi hann aftur fríggjadagin á Dimma.fo, sum endurgav landsliðsvenjaran fyri tað sama.
- Starvsnevndin hjá NSÍ tekur staðiliga frástøðu frá hesi útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum. Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag, verður skrivað á nsi.fo.
Sagt verður, at nakrir mánaðir í næstbestu deildini einki broyta. Venjingarstøðið verður tað sama, og besta mansliðið hjá runavíkingum verður eftir ætlan at síggja í toppinum av føroyskum fótbólti innan eitt ár, vil starvsnvendin vera við.
- Føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og tað er natúrligt. Kann ein leikari spæla við triðbestu deildini í Norra? Kann ein skaddur leikari vera í hópinum? Kann ein leikari uttan felag spæla við landsliðnum, spyr NSÍ nevndin.
Klæmint Andrasson Olsen er við í hópinum sum um lítla viku fer av landinum til tveir venjingardystir. Tá verða Kekkia og Kosovo mótstøðulið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald