Gullkonfetti í Sarpugerði. Í morgin verður tað allarhelst skotið fyri monnunum hjá Víkingi, men í dag var tað fyri kvinnunum hjá NSÍ, sum júst hava endaliga tryggjað sær føroyameistaraheitið.
Lea Lisberg tryggjaði annars Víkingi sigurin í nógva vindinum við langskoti 90. minutti, men av tí at NSÍ hevur so nógv betri málúrtøku enn KÍ, sum vann 3-1 í Gundadali í dag, so er NSÍ nú føroyameistari á fyrsta sinni á kvinnusíðuni. Tær í gulum og svørtum eru eisini greipuvinnarar.
Hetta var einasti dysturin, sum NSÍ tapti í FM-bólkinum og fyrsta tapið síðani í 2. umfari í Klaksvík hjá Allani Dybczak og hansara kvinnum.
Heidi Sevdal greiður toppskjútti í deildini við 33 málum og er helst besta boðið uppá ársins spælara (Savnsmynd: Sverri Egholm)
KÍ er nú koppað á trónuni. KÍ hevði annars vunnið fimm ár á rað og 22 av 24 í øldini. NSÍ var aftur í bestu kvinnudeildini í 2020 og eftir fýra silvurheiðursmerki á rað - og trý steypagull - er FM nú eisini veruleiki.
Tillukku til NSÍ - fleiri myndir og annað seinni.
Seinasta umfar í Betrideildini
Í dag, leygardagin 19.10
Víkingur - NSÍ 3-2 (2-1)
6' Rúna Olsen 0-1
17' Lea Lisberg (Jensa Tórolvsdóttir) 1-1
36' Jensa Tórolvsdóttir 2-1
54' Helga Mikkelsen (Jonnhild á Sondum) 2-2
90' Lea Lisberg (Jensa Tórolvsdóttir) 3-2
Meira um dystin her
HB - KÍ 1-4 (0-2)
29' Eyðvør Klakstein (Sólja Ernsdóttir) 0-1
36' Tórunn Højgaard Joensen, br. 0-2
46' Malen Olsen (Eyðvør Klakstein) 0-3
54' Sunniva Willemoes (Fridrikka Clementsen) 1-3
90 (+2)' Eyðvør Klakstein (Sólja Ernsdóttir) 1-4
Endaliga Støðan:
1. NSÍ 46 stig (+93)
2. KÍ 46 stig (+84)
3. Víkingur 43 stig
4. HB 27 stig
Dagført: 14.46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald