Í gjárkvødið kunngjørdi NSÍ, at Konrad Gustafsson hevur skrivað undir sáttmála við felagið.
26-ára gamli sviin kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro og Syrianska IF.
NSÍ skrivar, at Konrad hevur vant við felagnum í eina viku, og at partarnir nú eru samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad fer at umboða NSÍ í 2024.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir nýggja spælaran sum ein nærlagdan leikara, ið hevur eitt høgt stig til hvørja venjing. Hann skal styrkja NSÍ-hópin.
- Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur eitt gott yvirblikk í spælinum og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og til tær langu avleveringarnar
NSÍ er aftur í Betrideildini, og Klæmint Andrasson Olsen er aftur í barndómsfelagnum. Liðið er eisini styrknað við Jasper van der Heyden, og tveir útlendskir miðverjar eru lagdir afturat.
Í løtuni venur Petur Knudsen við og hevur eisini spælt venjignardystir við NSÍ. Sum skilst er rímiliga góðir møguleiki fyri, at hann spælir við barndómsfelagnum í 2024.
Kelda: nsi.fo og Transfermarket.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald